Giggs kann seta met

Um Manchester United vinnur steypafinaluna á Wembley í dag ímóti Chelsea, so verður tað fjórða ferðin, at Sir Alex Ferguson, venjarin hjá Manchester United, fer at vinna The Double, altso bæði meistaraskap og steypakapping. Higartil hevur hann vunnið báðar kappingarnar í 1994, 1996 og 1999.

Fyri Manchester United liðformannin, Ryan Giggs, kann talan eisini gerast um heilt merkisverdan seinnapart. Um Manchester United vinnur, so verður Ryan Giggs tann fyrsti seinastu hundrað árini, sum hevur verið við til at vinna fimm FA Cup finalur.

Fyrrverandi liðfelagarnir hjá Giggs í Manchester United, Roy Keane og Mark Hughes hava eisini vunnið fýra finalur.

At Ryan Giggs longu hevur skrivað sítt navn millum teir heilt stóru í Manchester United sæst eitt nú aftur í, at hann í ár hevur verið við til at vinna meistaraskapin fyri 9. ferð.