Ryan Giggs gjørdist í kvøld fyrsti leikandi Manchester United venjari síðani Lal Hilditch, ið var leikandi venjari í 1926.
Og tað var helst eisini seinastu ferð, at Ryan Giggs var millum leikararnar á heimavølli á Old Trafford. Hóast Giggs enn ikki hevur úttala seg um sína fótbóltsframtíð, er tað tó hugsandi at Ryan Giggs fer at leggja skógvarnir á hilluna eftir hetta kappingarárið.
Ryan Giggs skifti seg sjálvan inn, tá tað restaðu umleið 20 minuttir.
Ryan Giggs hevur ikki megna at fingið nakað mál í hesum kappingarárinum. Nakað, ið hann annars hevur gjørt hvørt kappingarár síðani Premier League byrjaði í 1992. Tað eydnaðist heldur ikki hjá Ryan Giggs at fáa mál í dystinum í kvøld, men hann átti sín stóra lut í tí triðja málinum hjá Manchester United.
Manchester United vann annars dystin 3-1 á heimavølli móti Hull.
Ungi og evnaríki, James Wilson leikti í kvøld sín fyrsta dyst í Premier League fyri Manchester United. James Wilson takkaði fyri álitið, við at skjóta tvey tey fyrstu málini í dystinum fyri Manchester United.
Robin Van Persie skoraði tað triðja málið fyri Manchester United, tá hann við framúr góðum uppleggi frá Ryan Giggs, fekk skotið bóltin í málið við sínum annars kalda høgra beinið.
Matt Fryatt skoraði málið fyri Hull City, tá støðan annars var 2-0 til Manchester United.
Manchester United - Hull 3-1 (1-0)
1-0 James Wilson, 31
2-0 James Wilson, 61
2-1 Matt Fryatt, 63
3-1 Robin Van Persie, 87