Giggs fingið nýtt starv

Manchester United-legendan hevur fingið starv langt burturi frá Stórabretlandi.

Tann so væl kendi fyrrverandi Manchester United-leikarin, Ryan Giggs, hevur – eftir at hann gavst sum spælari í 2014 – verið eitt nú fyribilsvenjari og hjálparvenjari hjá Manchester United. Tað hevur eisini verið gitt, at hann aftur skuldi gerast venjari, og hann hevur eitt nú verið settur í samband við Leicester, Everton og Swansea.


Tað verður tó eitt heilt annað starv, sum Ryan Giggs nú fer at kasta seg út í. Hann er nevniliga settur í starv sum ovasti fyri ein fótbóltsskúla í Vietnam. Fótbóltsskúlin kallast 'Promotion Fund of Vietnamese Football Talents', og Ryan Giggs skal byrja í starvinum 20. novembur.


Ryan Giggs, sum er blivin 43 ára gamal, skal vera við til at venja leikarar á fótbóltsskúlanum, at útbúgva venjarar og at vera við í ætlanunum um at menna skúlan til at vera tann besa av sínum slag í landinum. Sky Sports skrivar, at sáttmálin hjá Ryan Giggs í Vietnam er galdandi í tvey ár.