Ryan Giggs hevur í 18 ár verið mettur millum teir bestu í fremstu ensku fótbóltsrøðini. Og nú hevur hann enntá fingið pappír upp á heiðurin. Ryan Giggs endaði nevnliga fremstur, tá atkvøðurnar frá við- og mótspælarum vórðu taldar upp, tá ársins spælari í enskum fótbólti skuldi kjósast. Hóast aldurin er farin at merkjast, so hevur Giggs enn einaferð verið ein sera týðandi spælari hjá Manchester United, sum stendur á gáttuni til at vinna sítt 18. meistaraheitið. Vinna reyðu devlarnir gullið aftur í ár, verður hetta samstundis 11 Premier League-gullið hjá Giggs, sum bert vantar ein dyst, áðrenn hann rundar teir 800 dystirnar fyri Manchester United.
LesarabrøvLesarabrøv










