Gigga er serliga kend frá Kaffivogninum, sum hon saman við manninum Carl Mouritsen rak í 40 ár Eystaru bryggju í Havn. Gigga og Carl skaptu eitt sera hugnaligt umhvørvi í Kaffivogninum, har nógv arbeiðsfólk í Havn høvdu sína føstu gongd.
Gigga er ættað úr Sørvági, er næstelst av einum systkinaflokki upp á 7, har 6 teirra eru á lívi í dag. Foreldrini vóru Kristina og Johannes Joensen, úti á Lið í Sørvági.
Hini systkini eru: Louis Joensen í Sørvági, sum doyði í 1975, 61 ára gamal, Luffa Mouritsen og Poul Arni Joensen, sum búgva í Havn, Kristoffur Joensen, sum býr á Argjum, Karla Hansen, sum býr í Runavík, og Lea Hansen, sum býr í Sørvági.
Gigga giftist við Carl Karbech Mouritsen, prentara, í Havn í 1935. Tey hittust sum ung í Sørvági, tá Carl vitjaði systrina Margrethu (Giggu), sum var gift Jákupi av Skarði, sum var lærari í Sørvági um tað mundið.
Gigga og Carl fingu tilsamans 12 børn, harav 9 eru á lívi. Tey eru: Gunnleivur og Eydna (Viderø), sum búgva í Havn, Poula Margretha (Keldorff) og Arndis (Davidsen), sum búgva í Danmark, Jákup (Aggo), sum býr i Havn, Kris og Johannes, tvíburar sum doyðu í 1941, hálvt ára gamlir av lungnabruna, Karin, Kári, Rógvi og Elin, sum øll búgva í Havn. Yngstur var Bogi, sum brádliga doyði av sjúka í 1960, 11 ára gamal.
Gigga hevur verið einkja síðan Carl doyði í 1989, 78 ára gamal.
Gigga hevur eitt sjaldsama positivt og ljóst lyndi, og skapir gleði har hon kemur. Líkamikið hvat ið hendir, sær hon fram um alt, og sigur at tað nokk fera at blíva betri. Hóast høga aldurin klárar hon alt tað vanliga arbeiði í heiminum uttan nakra hjálp.
Gigga eigur 18 ommubørn og 30 langommubørn.
Føðingardagurin varð hildin saman við familjuni.