Henda seinnapartin varð nevniliga hildin ein brúðarvígsla undir opnum himli, tá tey bæði, Finn Nolsøe og Sólmei Eydna (við gentunavninum Rasmussen) gingu saman í hjúnarlag.
Bæði eru tey úr Kaldbak, og fyri tey var tað tí heilt natúrligt at skula hava eina slíka hátíðarløtu úti í vøkru náttúruni í heimbygdini, á einum staði tey nevna á Flatafonn.
Spenningur var tó allatíðina um, hvussu veðrið fór at skikka sær hesa løtuna. Um tað viðraði illa, so skuldi vígslan fara fram inni í skúlanum.
Men kl. 13 tá vígslan byrjaði, var veðrið gott, og tað tóktist sum veðrið bara blíðkaðist út á dagin. Og tá so vígslan var liðug, skein sólin bæði oman og niðan!
Tey høvdu fingið borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen at gifta seg, og síðani segði Fríðtór Debes, sum tey bæði kendu, nøkur orð og bað eina bøn.
Um kvøldið var brúdleyp hildið í Róðrarneystinum á Argjum, har eini 140 fólk vóru samankomin.










