Giftur fyri fjórðu ferð

Óváttað tíðindi vilja vera við, at tann ráðandi maðurin í Norðurkorea, Kim Jong-il, hevur gift seg við skrivara sínum, sum eitur Kim Ok. Hon hevur verið skrivari hjá Kim Jong-il síðani í áttatiárunum og ber orð fyri at vera ein vitug kvinna. Í januar í ár var hon við, tá Kim Jong-il var í Kina og vitjaði.

Vesturlendskar keldur halda seg vita, at norðurkoreanski leiðarin hevur verið giftur tríggjar ferðir fyrr. Tann seinasta konan, sum æt Ko Young-hee, doyði av krabbameini fyri tveimum árum síðani.

Kim Jong-il eigur tríggjar synir, men vesturlendsku keldurnar vita ikki, um hann eigur nakað barn við teirri nýggju konuni. Hildið verður, at tann elsti sonurin, sum eitur Kim Jong-nam, fer at taka við eftir faðirin, men BBC veit at siga, at hann er ikki serliga høgt í metum, tí hann eina ferð fór eina stuttleikaferð til Japan við følskum passi.

Eitt er í hvussu er vist. Tann, sum skal taka við eftir Kim Jong-il, verður í øllum førum í ætt við hann.