Tað verða gjørd nógv ør ting í samband við kærleika, men kinesarin Yu Liang ber yvirluta yvir teimum flestu.
Tá unnusta hansara, Zhang Jinying, doyði bert fáar dagir fyri brúdleyp teirra, fekk hann yvirtalað familju hennara at geva honum loyvi at gifta seg við henni kortini.
25 ára gamla Zhang Jinying bleiv á henda hátt hvít brúður eftir hon doyði.
Undir brúdleypshátíðarhaldinum lá hon í eini glaskistu, ið var dekka við blómum, og oman á kistuni lá ein andlitsmynd av henni. Zhang doyði av einum epileptiskum herðindi.
- Eg hevði lovað henni eitt hvítt brúdleyp, og hetta lyftið fari eg ikki at bróta, sigur Yu Liang.
Stutt eftir brúdleypið bleiv kona hansara jarðað.
Yu Liang væntar enn, at hann fer á brúdleypsferð til Korea, sum hann og Zhang Jinying høvdu gjørt sær ætlanar um. Við á brúdleypsferðini skal hann hava eina mynd av konu síni.