Tá ið Johan í Kollafirði kom inn, rungaði temaið frá Superman-filmunum, og verturin fyri kvøldið presenteraði við harðari rødd brúðgomin.
- Tá ið tað var gjørt, var samstundis sagt, at her er nógv loyvt. Vit høvdu 300 gestir, og vit skuldu fáa tey at slappa av. Vit skuldu fáa tvey fólkum at kenna seg væl saman, sigur Johan í Kollafirði.
Vanliga er brúðarparið inaktivt til sítt egna brúdleyp, men soleiðis var ikki í brúdleypinum hjá Johan og Rakul. Brúðgomurin, sum er vanur at framføra tónleik, hevði einar 12 framførslur um kvøldið, brúðurin sang eisini ein sang, og brúðarparið helt eisini stýr upp á ymiskt annað.
- Vit vóru teknikarar. Vit góvu boð um ljóð og ljós og royk, sigur Johan.
- Johan ætlaði, at tey, sum skuldu sita við síðuna av okkum til brúdleypið, vóru tøkningurin og ljósmaðurin, men tá segði eg altso nei, sigur Rakul
- Brúdlepið var eitt mega-live show frá 19 til o2. Tað var sett í gongd við eini roykmaskinu og popøsum tónleiki. Gestirnir skuldu bara spenna trygdarbeltið og halda fast. Hetta var Las Vegas showið, sum vit hava ynskt okkum í Føroyum, men sum ongantíð kom. Hvørjaferð eg havi ætlað mær okkurt, sum minti um hetta, so hava fólk sagt, at tað er ikki vanligt, so eg mátti eiga showið sjálvur fyri at sleppa at gera tað, sigur Johan.
Klæðini hjá brúðgominum vóru eisini øðrvísi. Johan var í Dracula-klæðum, sum hann hevði keypt í handlinum Skorti, ið vanliga selir eitt nú grýluklæði.