Hóast tað ikki er eitt FIFA-limaland føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla ímóti á útivølli, fríggjakvøldið tann 11. mars, so er kortini talan um eina av heimsins elstu fótbóltstjóðum.
Fótbóltssambandið á Gibraltar varð stovnað longu í 1895, og longu tað árið varð tann fyrsta steypakappingin avgreidd í tí lítla bretska atlandinum, sum liggur við Miðalhavið.
Longu í 1901 fekk Gibraltar eitt fótbóltslandslið, sum tey fyrstu mongu árini spældi ímóti bretskum hernaðar-liðum, sum høvdu støð á Gibraltar. Ì 1949 spældi Gibraltar ein minniligan venjingardyst ímóti Real Madrid, sum endaði við javnleiki.
Spania hevur verið tann stóra marran hjá Gibraltar, tá um altjóða fótbóltsviðurkenning ræður.
Ì 2006 fekk Gibraltar viðhald í tí europeiska ítróttardómstólinum, CAS, at eingin kundi sýta teimum at gerast limir í UEFA og FIFA.
8. desember í 2006 gjørdist Gibraltar so fyribils limur í UEFA. Men gleðin var stokkut. Spania gjørdi eitt stórt lobbyvirksemi áðrenn aðalfundin hjá UEFA tann 26. januar í 2007 í Düsseldorf í Týsklandi.
Har eydnaðist tað Spania at sannføra 45 lond um hvussu ?klókt? tað var ikki at loyva Gibraltar inn í tann europeiska hitan. Fýra UEFA-limalond atkvøddu blankt. Bert Skotland, Wales og Ongland atkvøddu fyri, at Gibraltar kundi gerast limur í UEFA.
Um FSF atkvøddi ímóti ella atkvøddi blankt gongur ikki fram nakrastaðni.
Fyri stuttum var skeldaði ein grønlendskur fólkatingsmaður um, at FSF ikki hevði stuðlað Grønlandi at gerast limur í FIFA.









