Mánadagin skrivaðu GÍ og oljufelagið Statoil undir stuðulsavtalu, sum ger, at GÍ frá 1. január fer at spæla við Statoil á bringuni.
Partarnir vilja ikki upplýsa hvussu nógv avtalan er verd, men GÍ sigur, at nýggja avtalan gevur grundarlag fyri áhaldandi at reka GÍ sum eitt nútímans ítróttarfelag.
Føroya Sparikassi hevur seinastu árini verið høvuðsstuðul hjá GÍ, og nú hesin sáttmál gongur út á nýggjárinum verður tað Statoil, sum tekur yvir.
? Eitt gott samstar við ein høvuðssponsor er av alstórum týdningini, nú tað verður alt dýrari at reka eitt 1. deildarlið, verður sagt úr GÍ.
Eisini avtalan við klædnastuðulin hjá GÍ gongur út á nýggjárinum, men har er samstarvið við Sparta Sport í Syðrugøtu endurnýggjað, so GÍ eisini næstu tvey kappingarárinum fer at spæla í búnum frá Umbro.