Tað bleiv tíverri eingin spælitíð til David Geza Turi í fjórðbestu deildini í Onglandi í dag.
Geza var í hópinum, tá lið hansara, Grimsby spældu dyst á útivølli móti Harrogate.
Í steðginum var Grimsby á odda 2-0, og teir vóru leingi á sigurskós. Harrogate minkaði um munin í 85. minutti, og tveir minuttir seinni gjørdi Grimsby sjálvmál, og so máttu teir taka til takkar við bert einum stigi.
Grimsby er á sjeynda plássinum, ið gevur rætt til at spæla dystir um uppflyting. Teir hava 66 stig. Men bert eitt stig aftanfyri teir á áttanda plássinum hevur Colchester 65 stig.
Langafríggjadag hevur Grimsby heimadyst móti Swindon Town. Nú ræður um hjá teimum at halda seg millum sjey tey ovastu liðini.
Grimsby hevur seks stig upp til triðja plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting til triðbestu deildina. Har hevur Walsall 72 stig.