Tað vakti ans, tá KÍ kunngjørdi 49 ára gamla Géza Túri sum málmann til toppdystin móti HB í gjár. Vanliga fyrstaval er norski Markus Pettersen, men hann bleiv sjúkur upp til dystin. KÍ hevur eisini fingið sær Róa M. Hentze, men hann er skaddur.
Tí fall valið á 49 ára gamla ungarska málmansvenjaran hjá KÍ, Géza Túri. Hann venur vanliga við eina til tvær ferðir um vikuna, men hevur ikki spælt síðani juni 2018, tá hann var 44 ára gamal.
The International Federation of Football History and Statistics, stytt IFFHS, skrivar at Géza Túri tekur metið sum elsti aktivur spælari í eini bestu deild í heiminum nú.
Géza Túri tekur við sínum 49 árum og 64 døgum eisini metið sum elsti spælari, ið hevur spælt í bestu deildini í Føroyum. Hann tekur metið frá pólska Waldemar Nowicki, sum var 47 og 235 dagar, tá hann spældi við B71 móti Skála í 2008.
Felags fyri báðar er, at teir hildu málið reint í sínum metdysti.
*Her er ikki talan um heimsmet í søguni, men elsti spælari sum spælir í eini bestu deild nú.