Geytin 2019: Maria Guldbrandsø Tórgarð

Filmurin "Góðastova" er eitt kamarspæl, ið viðgerð familjuviðurskifti, loynidómar og manipulation. Maria Guldbrandsø Tórgarð er leikstjórin handan filmin.

Maria Guldbrandsø Tórgarð er leikstjórin handan filmin "Góðastova", sum er í uppskot til Geytan 2019. Maria er fødd í 1997 og hevur filmsútbúgving frá KBH Film og Fotoskole.

 

Hetta er triðju ferð ein filmu hjá Mariu er í uppskot til Geytan. Í 2016 var hon tilnevnd við filminum "Frávík", og í fjør vann hon áskoðaravirðislønina fyri filmin "Maðurin við blæuni".

 

Hvat snýr filmurin seg um?

- Góðastova er eitt kamarspæl, kanska eitt psykologiskt drama. Eftir deyða mammu teirra møtast tríggjar systrar í barndómsheimi sínum fyri fyrstu ferð í tretivu ár. Arvurin er deildur millum teirra, men einasti luturin, tær ikki kunnu einast um, er eitt kuffert. Eingin veit, hvat er í. Tær gera av at spæla sjavs um vinningin, og ímeðan byrja tær at minnast og skilja sína fortíð. Filmurin viðger familjuviðurskifti, sjónarmið, loynidómar, manipulatión og fyrigeving.

 

Hvussu fanst tú útav, at tú vildi arbeiða við filmi?

- Sum tannáringar fór eg í student, men eg visti ikki, hvat eg vildi. Ikki fyrrenn eg ein dagin endaði á einum filmsetti, og har føldi eg meg heima.

 

Hvørjar eru tínar størstu inspiratiónskeldur?

- Alfred Hitchcock fyri hansara filmslistarligu snildir. Quentin Tarantino fyri skrivimáta og humor. Yorgos Lanthimos fyri skeivleika og sjónleikarateknikk. Ulrich Seidl fyri myndakompositión og máta at viðgera evni.