Systkini Hanna og Mikkjal Davidsen hava gjørt filmin "12" saman, sum er í tilnevning til Geytan 2019. Hanna er fødd í 2000 og tekur miðlakunnleika á Glasum. Mikkjal er føddur í 2006, og gongur í 6. flokki í skúlanum á Fløtum. Tey bæði eru yngstu leikstjórarnir, sum eru við í kappingini um filmsvirðislønina.
Hvat snýr filmurin hjá tykkum seg um?
- Tað er ein filmur um ein 12 ára gamlan drong og tey tingini, hann gleðir seg til, tá hann verður vaksin. Hugskotið til filmin kom, tá vit høvdu meldað okkum til filmskapping hjá Klippfisk, har evnið var “Meðan vit bíða”. Vit meldaðu okkum til, tí okkum báðum dámdi film.
Hvussu funnu tit útav, at tit vildu arbeiða við filmi?
Hanna: - Eg havi altíð gjørt filmar heima til stuttleika, og eisini meðan eg arbeiddi hjá Røddini.
Mikkjal: - Tá eg byrjaði at hyggja eftir einum YouTube’ara, sum eitur Nigahiga, fekk eg hug sjálvur at gera filmar.
Hvørjar eru tykkara størstu inspiratiónskeldur?
Hanna: - Har eru nógvar røðir og filmar, men um eg skal draga okkurt fram, er tað norska sjónvarpsrøðin "Skam", har mær serliga dámar stílin og frásagnarháttin.
Mikkjal: - Eg hyggi mest eftir gaming-filmum á YouTube. Annars dámar mær eisini væl Trølla-Pætur filmarnar.