Andrias Høgenni, sum aftur í ár vann Geytavirðislønina, hevur gjørt tríggar føroyskar stuttfilmar, sum nú eru tøkir til undirvísing á Snar. Tað eru filmarnir ”Eina”, ”Kom og dansa” og ”Stina Karina”.
Tað skrivar Nám í tíðindaskrivi í dag.
Uppgávur eru gjørdar til filmarnar á temasíðuni um film, og ein greiningarfrymil er tengdur at filmunum. Eisini verður upplýst um frásagnarfrymilin, ið stundum nevnist Hollywoodfrymil.
- Umframt eitt støðugt vaksandi savn av føroyskum stuttfilmum, eru eisini fleiri undirvísingarevni um film. Sagt verður frá um føroyska filmssøgu, um grindadráp, slakt og blóð á filmi, og um lýsingar, har filmaðu boðini verða undirskilt og hava greiðar sexuellar tilsipingar, skrivar Birgir Kruse, ritstjóri í tíðindaskrivi.
Nýggjasta filmsevni á Snar, sum er ætlað til undirvísing, er um heimildarfilm. Umframt nýggjan útlendskan heimildarfilm verður víst til teir báðar føroysku ”Anita” og ”Send á Rødbygaard”, sum Kringvarpið sendi í 2014 og 2013. Filmstilfarið á Snar er ætlað til hádeild og miðlabreyt í fólkaskúlanum, og til miðnám.









