Gevur upp eftir 29 ár

64 ára gamli Vagn Kvist hevur nú givið upp at verða valdur í danska fólkatingið.

Seinastu 29 árini hevur Vagn verið valevni hjá Radikala Vinstra í Norðurjútlandi, men hann hevur ongantíð verið valdur.

- Eg verði 65 ár í summar, so tíðin er komin at gevast, sigur Vagn Kvist, sum hevur havt nógv lokalpolitisk álitisstørv fyri Radikala Vinstra. Hann er í løtuni næstformaður í Region Nordjylland.