Gevur føroyskum filmsfólkum góð ráð

Leiðarin á stórum útlendskum filmsfestivali fer í morgin at geva filmsáhugaðum íblástur

Listarligi leiðarin á Woodstock International Film Festival, hevur í morgin seminar fyri føroyskum filmsframleiðarum.

 

 

Meira Blaustein er listarligur leiðari á stóra Woodstock International Film Festival og kemur til Føroya í sambandi við føroyska filmskvøldið í Norðurlandahúsinum 11. desember.

 

 

Hon er útlendska umboðið í nevndini, sum skal velja vinnaran av Geytanum 2013.
Tað er í hesum sambandi at Norðurlandahúsið skipar fyri einum seminari fyri føroyskar filmsframleiðarar.

 


Talan er um eitt óformelt rundborð orðaskifti, har Meira fegin vil hoyra, hvat føroysku filmsframleiðarar eru ígongd við, og koma við viðkomandi ráðum til hvønn einstakan luttakara. Hon vil eisini greiða frá um tað, ið hendir innan “independent film” í USA í mun til framleiðslu, marknaðarføring og distributión, og um hennara royndir og vitan annars.