Gevur føroyska málinum Hár

Í heyst verða tríggjar frumframførslur av verkum, sum Dánial Hoydal hevur sett orð til. Tveir sangleikir, Hair og Í Geyma, verða sýndir í Norðurlandahúsinum í november og í Estlandi fáa tey høvi at hoyra fyrstu føroysku operuna

Stóri og vælumtókti sangleikurin, Hair, verður  frumframførdur í Føroyum í november. Leikurin verður framførdur í stóru høllini í Norðurlandahúsinum. Næstan samstundis verður frumframsýning av nýggjum upprunaføroyskum sangleiki í Athøllini í Norðurlandahúsinum. Dánial Hoydal hevur skrivað føroysku orðini til báðar leikirnar.

32 ára gamli havnamaðurin býr og arbeiðir í Keypmannahavn, har hann er marknaðarleiðari á framsøknari KT fyritøku í oljuvinnuni. Men hann er eisini virkin í føroyska mentanarlívinum, serliga sum umsetari av sangleikum.

- Tað er ein stór avbjóðing at umseta so kendar leikir sum Hair til føroyskt, tí øll kenna ensku útgávuna, og føroyska skriftmálið hevur sínar avmarkingar, sigur Dánial Hoydal, sum er kendur fyri at duga at fáa útlendska sangmálið umsett til ungt føroyskt mál og í 2002 gav út stuttligu og tvætlutu barnabókina, Í Geyma.


Hár í Hoydølum

Heimskendi leikurin, Hair, verður framførdur av næmingum í Studentaskúlanum í Hoydølum. Hetta er fjórði sangleikur, sum Dánial Hoydal hevur umsett til studentaskúlan. Hinir sangleikirnir vóru Fame, sum varð framførdur í 2006, Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið í 2004 og Godspell í 2002.

- Fyrsti sangleikurin, eg byrjaði at umseta, var Jesus Christ Superstar. Tað var, tá ið eg sjálvur gekk í Hoydølum. Men tá ið vit skuldu søkja um loyvi at seta hann upp, vísti tað seg at hann varð framførdur í Keypmannahavn um somu tíð. Og loyvishavarnir í Onglandi hildu, at Keypmannahavn og Havnin lógu so tætt, at vit fingu ikki loyvi at seta leikin upp, greiðir Dánial Hoydal frá um byrjanina til sína sangleiks-rithøvunda karrieru.

Sangleikirinir eru vorðnir ein fastur táttur í Hoydølum, har næmingar fáa høvi at fara til upptøkuroyndir til sangleik annað hvørt ár, og leikirnir hava eisini verið sera vælumtøktir. Á leið 6000 fólk sóu til dømis leikirnar Fame og Jósef og dreymakotið.


Frá bók til leik

Fyrsta føroyska operan, Í Óðamannagarði, verður í heyst frumframførd í Talinn í Estlandi. Sunleif Rasmussen hevur gjørt tónleikin, meðan Dánial Hoydal hevur skrivað liberettuna. Søgugongdin er tikin úr skaldskapinum hjá Williami Heinesen.

Og seinastu tíðina hevur Dánial Hoydal lagt seinastu hond á leikrit til sangleik, sum byggir á hansara egnu bók, Í Geyma, sum kom út í 2002.

- Tá ið bókin, Í Geyma, kom út, ringdi Jenny Petersen frá Leikpalli Føroya til mín dagin eftir og segði, at hendan bókin mátti verða sett upp sum leikur, greiðir Dánial Hoydal frá. Og nú, seks ár seinni, er leikurin klárur at verða framførdur.

Leikrithøvundurin greiðir frá, at hann hevur arbeitt í tøttum samstarvi við íslendska leikstjóran, og hann er væl nøgdur við úrslitið.

- Tað er stuttligt við nýggjum eygum til eina søgu, sum eg annars var liðugur við. Og íslendski leikstjórin er komin við nógvum stuttligum og klikkaðum hugskotum, sum rigga væl til søguna.

Tað eru leikarar úr Grímu, sum saman við nøkrum áhugaleikarum fara at framføra nýggja sangleikin. Bókin í Geyma var ætlað børnum, men er stuttlig hjá vaksnum at lesa saman við børnum, og leikurin er eisini fyri bæði børn og vaksin.


Avbjóðingar í avmarkingum

Dánial Hoydal greiðir frá, at tað hevur verið náttúrligt fyri hann at skriva til sang, tí hann hevur altíð sungið og fingist við tónleik. Men tað er eisini serliga spennandi at arbeiða við bundnum máli.

- Tað liggur eitt frælsi í bundnum kørmum, og tað er stuttligt at fáa málið at vera livandi innan fyri tær avmarkingar, sum liggja í sangum og yrkingum, sigur rithøvundurin.

Føroyska málið hevur eisini sínar egnu avmarkingar, serliga føroyska skriftmálið. Ein sangleikrithøvundur skal tí ikki einans mýkja málið, so søgurnar gerast syngjandi, men eisini finna føroysk orð, sum eru livandi og løtt og sita væl.

- Tá ið tað snýr seg um kendar sangleikir, er avbjóðingin enn størri, tí tey ungu kenna enska málburðin og halda, at føroyska málið er tungt og gamalt.

Sangleikirnir hjá Studentaskúlanum í Hoydølum hava tó verið sera vælumtóktir, og í heyst fáa vit so at síggja, um føroyska málið eisini fær hárvøkstur. Hár hevur frumframsýning 14. november, og Í Geyma verður framførdur fyrstu ferð 7. november.