- Tað gevur ein ótryggleika fyri bæði starvsfólk og næmingin, í tann mun, at um tú sum starvsfólk skal basera títt lív á, at tú hevur eina ótrygga inntøku. Tí tú veit ikki, um tú hevur eitt starv um eitt ár. Tað ger, at tíni starvsviðurskiftir eru ótrygg, og tað er ikki ein haldbar støða í dagsins samfelag, har fólk hava húsalán og annað. So tað riggar illa, tá man bara hevur eitt ára setanir.
Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, í samrøðu við Rás2, eftir at hann í gjár gjørdi vart við, at støðan hjá stuðlum í fólkaskúlanum ikki er nóg góð, og gongur tað út yvir trivnaðin hjá bæði børnum og stuðlum.
Serliga harmast formaðurin yvir, at núverandi støðan gongur út yvir børnini.
- Tað sum kanska er verri, er at støðan hjá børnunum verður ótrygg, tí tey hava skiftandi stuðlar, ið eru rundanum tey. Tað krevur nógv av bæði barninum og teimum vaksnu at skulu læra tað einstaka barnið at kenna, so tey kunna arbeiða miðvíst við tí.
Hoyr alla samrøðuna við Jógvan Philbrow við at trýsta á pílin á myndini.