Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter telist nú millum teirra, sum vilja hava Hillary Clinton at gevast við royndini at gerast forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum. Carter ásannar, at Hillary hevur fullan rætt til at halda fram til tað seinasta uppstillingarvalið tann 3. juni og á sjálvum uppstillingarfundinum hjá flokkinum seinni í summar, men hann heldur ikki, at tað tænir nøkrum endamáli. Tann 83 ára gamli Carter er ein av teimum serligu valmonnunum, sum hava atkvøðurætt á floksfundinum, og hann hevur boðað frá, at hann fer at velja Barrack Obama.