Gevst eftir 30 ára tænastu

Í 30 ár hevur Maria Jacobsen í Hoyvík hildið Hoyvíkar skúla reinan. Nú er hon givin at arbeiða Maria Jacobsen hevur havt tilknýti til skúlan í Hoyvík frá fyrsta degi skúlans, og nú hon gavst, skipaði skúlin fyri hugnaligari samkomu fyri henni.

Á samkomuni luttók eisini Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum vegna Tórshavnar kommunu handaði Mariu blómuheilsan.

Maria er ættað úr Vík og er gift við Hans Jacobi Dam Jacobsen úr Vestmanna, sum mong munnu minnast sum kokkin á Kostdeildini í Hoydølum.