Roddmar Næs, sum hevur starvast sum arbeiðsmaður seinastu 19 árini, fyrst hjá Leirvíkar kommunu og síðan Eysturkommunu, hevur valt at gevast í starvinum.
Í hesum sambandi var morgunmatur í býráðshúsinum í morgun fyri starvsfólkinum hjá kommununi.
Roddmar Næs fekk í hesum sambandi ein dreyibonk sum gávu frá kommununi sum tøkk fyri gott samstarv hesi seinastu 19 árini.