Ó gevst at prenta plastkort

- Vit hava ístaðin talgildað Ó-kortini, so at vit sleppa undan plastkortum, sigur Hanus Samró

Fleiri og fleiri fyritøkur byrja at hugsa meira um umhvørvið og minka um framleiðslu av plasti. Í summar hava vit m.a. sæð festivalar og tiltøk, sum hava boykottað einnýtisgløs og heldur eru farin yvir til at brúka endurnýtslugløs.

 

Nú er Ó eisini við í rákinum, og hevur í sambandi við nýggja skúlaárið gjørt av at gevast við prenta plast Ó-kort. Ó-kortið er eitt kort, ið gevur føroyskum lesandi avsláttur til ymisk ting.

 

- Á hvørjum ári skráseta nærum 2000 lesandi plastik Ó-kort. Vit hava, síðani vit byrjaðu í 2011, prentað út við 14.000 plastkort. Plast er ein av størstu umhvørvissyndarunum, sigur Hanus Samró, stjóri í Ó.

 

- Ó-kortini eru ein dropi í havinum, men vit kunnu ikki krevja av øðrum, um vit ikki gera tað sjálvi. Tí eru vit givin at prenta plastik Ó-kort. Vit hava ístaðin talgildað Ó-kortini, so at vit sleppa undan plastkortum, sigur Hanus Samró.