Gevið Saltsiloini navnið Rundingur

– Eg loyvi mær við hesum at mæla Tórshavnar býráð at geva saltsiloini á Eystaru Bryggju navnið »Rundingur«, sigur 89 ára gamli havnarmaðurin Heri Mohr

– Eg loyvi mær við hesum at mæla Tórshavnar býráð at geva saltsiloini á Eystaru Bryggju navnið »Rundingur«, sigur 89 ára gamli havnarmaðurin Heri Mohr

 

– Tann stóra runda saltsiloin, sambygd við einum stórum bygningi, er ogn hjá kommununi. Kommunan hevur gjørt nógv við hesa ogn, og til hetta hevur hon brúktar nógvar milliónir. Nú er »saltsiloin« eitt prýðiligt og nosligt sjónárin – symbol – í Tórshavnar havn og harvið eisini í okkara býi. Og hendan ognin stendur – ella kanska so at siga – á Rundingi.

 

Í lesarabrævi í Sosialinum í dag, sum eisini sæst VIÐ AT TRÝSTA HER, skrivar Heri Mohr m. a. soleiðis:

 

»Tá ið føroyingar ein ferð í 1850-1860  fóru at framleiða klippfisk – sum Christian Pløyen, amtmaður, og tríggir føroyingar høvur lært í Hetlandi í 1839 – brúkti havnarfólk helluna og klettarnar á Álakeri til turkipláss, og seinri varð økið eisini brúkt til ríðipláss hjá tí østrømska yvirklassanum í Havn. Tað má vera frá hesari tíðini, at staðarnavnið Rundingur uppstóð Úti á Álakeri. (Eg minnist, at fyri uml. 80 árum síðani vóru turkirammur til klippfisk úti á Rundingi.)

 

Í mini-skaldsøguni Leonard og Leonora hjá Williami Heinesen lesa vit, ”To unge damer, den ene slank og blond, den anden lille  og mørk. Begge i nymodens ridedragt. På vej ud til Østrøms ridebane på Rundingen.«

 

– Vísandi til tað, her er skrivað, loyvi eg mær við hesum at mæla Tórshavnar býrað til at geva saltsiloini við uppíbygningi tað almenna navnið ”RUNDINGUR”.