Gevið hollendingum atgongd aftur fyri tolllætta

Hollendskt trýst á Føroyar er ein fyriboðan um brexit-orrustuna. Hollendingar eru kroystir, nú brexit fer at kollvelta europeiska fiskivinnu. Hava vit dirvi og spæla kortini rætt, kunnu vit standa sum vinnarar

Hollendskt trýst á Føroyar er ein fyriboðan um brexit-orrustuna. Hollendingar eru kroystir, nú brexit fer at kollvelta europeiska fiskivinnu. Hava vit dirvi og spæla kortini rætt, kunnu vit standa sum vinnarar.

 

Tað skrivar Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður í sambandi við kjakið um útlendskar eigarar í føroysku fiskivinnuni.

 

Sjúrður Skaale vísir á, at tey flestu kenna orsøkina til, at hollendskir myndugleikar á allar hægsta stigi nú royna at leggja seg út í føroyska fiskivinnu. Men at tað kortini eru tey stig, hollendingar taka í hesum døgum, púra óhoyrd.

 

– Hví fara teir so langt? Eg rokni við, at ein orsøk kallast Brexit, sigur Sjúrður Skaale, sum skrivar víðari:

 

– At Bretland fer úr ES, fer at skapa eitt eljustríð millum Bretland og tey lond, sum higartil hava fiskað í bretskum sjógvi. Og tað er Bretland, sum hevur tey góðu kortini á hondini.

 

– Um ES – aftur fyri eina ávísa atgongd til føroyskt sjóøki – vil taka tollin av øllum føroyskum vørum, høvdu heilt nýggir vinnumøguleikar latist upp í Føroyum, og vit høvdu kunnað vunnið nógv meira, enn vit lata.

 

Europeiska fiskivinnan stendur fyri kollveltandi broytingum.

 

– Hava vit dirvi og spæla vit kortini rætt, kunnu vit standa sum vinnarar, tá ein nýggj skipan er komin. Men treytin er eitt púra greitt útgangsstøði: Fiskurin í sjónum er ogn Føroya fólks! Er tað ikki útgangsstøði, hava vit akkurát einki at samráðast við.

 

Lesið alla viðmerkingina hjá Sjúrði Skaale: Hollendskt trýst á Føroyar – ein fyriboðan um brexit-orrustuna