Gevið umhvørvisvinarligum bilum góðar sømdir

Magnus Danielsen professari og konan Brynhild koyra dagliga í einum Toyota Prius hybridbili. Tey eru sannførd um, at hybridtøknin er eitt tað mest realistiska boðið uppá ein optimalan umhvørvisvinarligan familjubil

Tað er ikki heilt uttan orsøk, at Magnus Danielsen í Hoyvík koyrir við einum Toyota Prius, ið er ein hybridbilur. Magnus, ið dagliga arbeiðir á Fróðskaparsetri Føroya, er professari í elektro-verkfrøði og hevur stóran áhuga í orkuspurningum og umhvørvisvernd.

Orðið "hybrid" er av grikskum uppruna og merkir "blanding av tveimum nærskyldum sløgum ella rasum”. Prius er ein bilur við tveimum samanbygdum motorum, einum 4 syl. bensinmotori við 78 hk og einum el-motori. Tilsamans hevur Prius 113 hk.

Magnus Danielsen sigur, at Prius er ein spennandi og framkomin bilur, ið er fyltur við vælvirkandi elektronikki og automatikki, samstundis sum hann er sera komfortabul.

Tað kundi jú verið, at tað vóru bæði fyrimunir og vansar við einum slíkum bili, men Magnus sigur, at hann sær einans fyrimunir við Prius, hann er góður at koyra, er kvikur (0-100 km/t 10,9 sek) og larmar lítið, eins og hann er sera væl útbygdur við trygdar- og ávaringarskipanum. Eisini er hann tjóvarítryggjaður.

Ein Prius kostar um 350.000 krónur. Magnus sigur, at hóast slíkir bilar eru dýrir at framleiða, er kortini nógv tann størsti parturin av kostnaðinum avgjøld til landið. Myndugleikarnir áttu at viðurkent umhvørvisvinarligar og tryggar bilar við lægri avgjøldum. Hetta fyri at givið fólki møguleika at ogna sær slíkar bilar. Landið vildi vunnið hetta inn aftur við reinari umhvørvi, minni orkubrúki og færri álvarsligum skaðum í ferðsluni.

Prius stendur til at koyra 23,3 km/l, men Magnus sigur, at her hjá okkum er talið eitt sindur lægri, umleið 20 km/l millum bygdir og í býnum nakað minni. Hann heldur, at tað hóast alt er sera gott. Í kava og kuldaveðri brenna allir bilar meira, og her er Prius einki undantak.

Toyota Prius II varð valdur ”ársins bilur í Evropa 2005”, og síðan hevur hann fingið óteljandi virðislønir kring allan heim. Prius var heimsins fyrsti hópframleiddi hybridbilur.

Bilurin verður drivin av tveimum ymiskum motorum – einum bensin og einum el-motori. Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensinmotorurin og el-motorurin supplera hvønn annan og syrgja fyri, at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd viðvíkur. Bilurin sparir orku við at endurnýta orkuna, sum í øðrum bilum fer fyri skeyti, tá bremsað verður. Battaríini, ið geva streym til el-motorin, verða lødd, tá koyrt verður undan brekku, ella tá ferðin verður tikin av við at bremsa. Umframt tað hjálpir el-motorur og battaríløðingarskipanin bensinmotorinum altíð at koyra við best møguligari orkuúrtøku við at tann orkan, sum ikki verður brúkt í løtuni til at dríva bilin fram, verður goymd í battaríunum í staðin fyri at fara fyri skeyti sum hiti, sum í vanligum bilum. Bensinmotorurin tryggjar automatiskt, at battaríini ongantíð verða avlødd ov nógv.

Koyrir uttan at ljóð hoyrist

Tað er ein løgin kensla at koyra Toyota Prius í ferðsluni. Bilførarin setur seg við rattið við billyklinum í lummanum, heldur fótin á bremsupedalini, trýstur á startknøttin og setur lítlu girstongina, sum minnir um eitt joystick, í D (drive). Síðan fara motorarnir og battaríini til arbeiðis.

Við koyring undir 50 km/t kann Prius verða stillaður til einans at koyra við el-motorinum og er fullkomiliga ljóðleysur, og skíggin á instrumentborðinum vísir, at bensinnýtslan í løtuni er 0.0 l/km. Í vanligari koyring skiftir Prius automatiskt millum at koyra við bensinmotori ella elmotori ella bæði bensinmotori og el-motori uttan at bilførari ella ferðafólk í bilinum hoyra ella varnast hesi skift, men til ber á telduskýggjanum á instrumentpanelinum at fylgja við, hvar bilurin fær orkuna frá, meðan hann koyrir, um tað er frá bensin- ella el-motorinum ella frá battaríunum. Eisini hvat aktuella bensinnýtslan er.

Prius hevur elektroniskt "start & stop", t.v.s. at tá bilurin stendur stillur, steðga motorarnir og starta aftur, tá bilførarin traðkar á spitaran. Hetta sparir eisini orku. Í býkoyring kann hetta ganga fullkomiliga ljóðleyst fyri seg, og dálkingin er eingin, tá bilurin bert koyrir við el-motorinum.

Í fjør høvdu norðurlendsku náttúruverndarfelagsskapirnir ársfund í Føroyum, har ein av felags samtyktunum var ein áheitan á landsstýrið um at taka undir við Kyoto samtyktini. Magnus og Brynhild Danielsen siga, at tað hevði verið eitt stig á leiðini at givið slíkum bilum góðar sømdir. Tey eru sannførd um, at hybridtøknin er eitt tað mest realistiska boðið uppá ein optimalan umhvørvisvinarligan familjubil.