Gevið tol ? tað tekur tíð at finna olju

Tað var tilboð frá Landsskúlafyrisitingini fyrst í 90-unum at fara á oljuskeið í Aberdeen, ið legði lunnar undir oljuvinnuframtíðini hjá havnamanninum Jóanes Høj, sum í dag er stjóri ? skipari - á norsku leitipallinum "Borgland Dolphin". Hann hevur 90 fólk í arbeiði. Jóanes skal halda fyrilestur í Oljutinginum í kvøld.

Oljutingið


Neyvan kundi valið verið betri hjá nevndini í Oljutinginum at finna ein føroying við drúgvum og spennandi royndum í altjóða oljuvinnu at greiða frá sínum arbeiði á Jólaoljutinginum 2003. Gestarøðari verður tann 42 ára gamli havnamaðurin, Jóhanes Høj, sum í fleiri ár hevur verið stjóri ella skipari umborð á einum av teimum stóru norsku oljuboripallunum.

Pallurin eitur Borgland Dolphin er hoyrir til sama felag, sum boriskipið, Belford Dolphin, ið boraði við Føroyar í ár. Við pallinum, sum mest borar í norskum øki, eru 90 mans. Jóanes hevur verið stjóri umborð síðani 1998 og dámar honum arbeiði sera væl. Arbeiðsviðurskiftini, arbeiðstíð og løn eru góð. Hann er tvær vikur umborð og fýra vikur í landi. Í løtuni hava teir ein sáttmála við Statoil og eru í ferð við at bora ein brunn á Statfjordfeltinum í Tampen-oljuøkinum. Teir skulu til at bora eitt 5000 metra djúpt hol.

Jóhanes Høj hevur arbeitt í altjóða oljuvinnuni í góð 10 ár. Sjálvur hevur hann útbúgving sum skipsførari. Hann førdi gasstangaskip í góð fýra ár, tá hann so frætti, at landsskúlafyrisitingin sendi skipsførarar oo. á skeið í oljuvinnu í Aberdeen. Tað var Claus Reistrup, sum stóð fyri tí. Hann helt hetta kundi verið áhugavert at royna, ikki minst nú føroyingar eisini vóru farnir at hugsa um olju her um okkara leiðir. Hetta hóvaði honum eisini betri, nú hann varð vorðin pápi. Skeiðið vari í tríggjar mánaðir og so mikið væl dámdi honum, at hann gjørdi av at fara inn í oljuvinnuna. Sama árið, í 1992 fekk Jóhanes starv hjá Mærsk, har hann m.a. var eitt ár við einum "jackup" palli í Egyptalandi. Fram til 1998 var hann stabilitesstjóri á pallum hjá Mærsk, tað er tann, sum tekur sær av øllum trygdarmálum. Hetta árið fekk hann so boðið arbeiði hjá Dolphin Drilling. Hann tók av og hevur verið har síðani.

Gevið tol
Jóanes roynir at fylgja við í føroysku oljutilgongdini eisini, og hóast tað ikki hevur gingið so væl við oljuleitingini her heima, so dylur Jóhanes ikki fyri, at tað var við oljuvinnu her heima fyri eygað, at hann fyri merira enn 10 árum síðani tók av tilboðnum at fara á skeið í Aberdeen. ?Nú fáa vit so at síggja, hvussu verður við leitingini her heima. Sjálvur haldi eg, at vit skulu geva tol. At bora fýra brunnar og ikki gera nakað lønandi fund, er ikki annað enn normalt í hesi verðini. "Successratan" her í Norra er ikki nógv frægari. Hon man liggja um 14%. Vit mugu ikki gloyna, hvat hendi í Norra á sinni, tá leitað varð eftir fyrstu oljuni. Tá vóru boraðir fleiri enn 30 brunnar, og tá Ekkofiskfeltið varð funnið vóru menn kortini við at geva skarvin yvir. So var tað at teir boraðu eitt sindur longur niður, og har funnu teir risastóra Ekkofiskfeltið.

Jóanes, sum hevur sera góðar royndir í oljuvinnuni uttan fyri Føroyar vil avgjørt mæla øðrum føroyingum at leita sær eftir arbeiði í vinnuni. Í løtuni er ringt at fáa arbeiði, men roknað verður við betri tíðum um eitt ár ella so. Tørvur er serliga á maskinmeistarum, skipsførarum og elektrikarum. Hann dylur ikki fyri, at felagið hann sjálvur arbeiðir fyri, er eitt sera gott arbeiðspláss. Teir eru góðir at arbeiða fyri, og teir seta kanska meira enn nakar annar trygdina í 1. røð. Og tað hevur alt at siga í hesi vinnuni.

Eftirspurningurin eftir pallum til oljuleiting hevur verið í slakari lagi í eina tíð men Jóhanes roknar við, at hann fer at vaksa aftur. Skulu oljufeløgini undir at bora fleiri brunnar á føroyska landgrunninum í 2005 og møguliga 2006 við, so kann tað blíva torført at fáa eitt nú boriskip. Tað veldst so eisini um, hvønn prís man vil gjalda. Tað er rættiliga avmarkað við pallum og skipum til at bora á so djúpum vatni. Boriskipið Belford Dolphin, sum boraði fyri ENI í summar, er farið til India at bora. Har skal tað vera í umleið 3 ár.

Tey, ið vilja hoyra Jóanes greiða frá sínum spennandi arbeiði við evstu ábyrgd fyri einum stóru boripalli við 90 starvsfólkum kunnu leita sær í Oljutingið á Hotel Hafnia mikukvøld.