Gevið Kringvarpinum arbeiðsfrið

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, sigur í svari til Sjúrð Skale, at politikarar skulu geva leiðsluni og starvsfólkunum í Kringvarpinum arbeiðsfrið.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur svarað munnligum fyrispurningi frá Sjúrði Skaale um, hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera við teir trupulleikar í Kringvarpinum, sum 28 starvsfólk vísa á í einum skrivi 22. oktober 2009.

Í svari sínum ger landsstýriskvinnan m.a. vart við, at tað er leiðslan saman við stýrinum, sum hevur ábyrgdina av at loysa teir samstarvstrupulleikar, sum stinga seg upp, so at arbeiðsfriður og arbeiðsgleði valdar á stovninum.

- Tað er ein stór uppgáva at samskipa tveir almennar tíðindastovnar við hvør sínari mentan, og tað tekur tíð. Hetta er eitt mál, sum má loysast uttan mun til orðaljóðið í einum public serviceavtalu, og sum má loysast innan fyri teir fíggjarligu karmar, sum eru galdandi, sigur hon.

Landsstýriskvinnan heldur annars, at politikararnir skulu geva leiðsluni og starvsfólkunum í Kring¬varp¬inum arbeiðsfrið. Vísandi til sendingina leygarkvøldið heldur landsstýriskvinnan, at vit hava ein public service-stovn við starvsfólkum í heimsklassa, sum vit øll kunnu vera errin av og eiga at vera góð við.

- Fyrst er at siga, at skrivið er ikki stílað landsstýriskvinnuni, men Stýrinum, og sum flest øllum kunnugt, liggur tað væl uttan fyri mínar heimildir og mítt arbeiðsøki at fara inn og viðgera tílík skriv frá starvsfólkunum til ovastu leiðsluna á stovninum.

- Sum spyrjarin óivað hevur lisið í bløðunum, høvdu Stýrið og leiðslan í Kringvarpinum fund við øll starvsfólkini mánadagin um skrivið, og stýrisformaðurin hevur síðani tikið samanum fundin og sent starvsfólkunum eitt svar. Tað er kringvarpssleiðslan, sum saman við stýrinum skal taka neyðug stig til tess at loysa trupulleikarnar. Og tað ivist eg ikki í, at tey fara at gera, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hon vísir á, at tað er ein stór uppgáva at samskipa tveir almennar tíðindastovnar við hvør sínari mentan, og tað tekur tíð. Hetta er eitt mál, sum má loysast uttan mun til orðaljóðið í einum public service-avtalu, og sum má loysast innan teir fíggjarligu karmar, sum samgongan og løgtingið hava tikið avgerð um, skulu vera galdandi.

- Og tað er leiðslan saman við stýrinum, sum hevur ábyrgd fyri, at henda uppgáva verður loyst, so at arbeiðsfriður og arbeiðsgleði valdar á stovninum, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum.