Ívar Iversen
Gevið keisaranum tað, ið keisarans er og Guði tað, ið Guðs er, segði Jesus, tá skriftlærdir royndu at fáa hann í felluna.
Jenis av Rana og faktotum hansara, Bill Justinusen, skulu hava alt, so sum sjón – ella helst hoyrn – gongur fyri søgn, tykir tað mær.-
Hetta skiltist av orðaskiftinum á løgtingi, ið varpað varð út á teimum rásum, vit hava til taks. Hvørt teir meta seg saman við keisaran ella tann almáttuga kunnu áhoyrararnir sjálvir meta um. Í hvussu so er tóktist tað mær, at teir báðir høvdu einki at ivast í – sambært orðaskiftinum: Alt sum bendir frá kós teirra, fór lúskt niður og norður! – Óhugnaligt er tað - sera óhugnaligt. At hesir inkvisitorar eins og í svartastu miðøld tykjast at fáa so stóra undirtøku millum eitt fólk, ið metir seg at vera mentað – fyri ikki at siga hámentað – er ilt at skilja.
Klappus kemur eftir tykkum, fara tit oman í Urð, uttan at onkur hevur eyguni eftir tykkum, var ein vanlig ávaring til okkara smábørn í 1930-40 árunum í Kvívík, tá vit leitaðu okkum oman at sjóvarmálanum at fiska murtar og hugna okkum. – Klappus var ein ræðumynd. Hesin sami klappus kemur helst eftir øllum, ið víkja frá hugburði teirra beggja – Jenis og Bill. Alla náttina eftir orðaskiftið á tingi, segði onkur mær, hevði hendan lindisrásin válkað sær í síni eggjan at fáa allar sínar proselytar at vísa fra sær alt, ið víkur frá áskoðan teirra. Óhugnaligt – sera óhugnaligt!
Kjarnin í málinum er, at tveir ella tríggir tinglimir hava lagt fram eitt uppskot um vernd teirra í minniluta. Hvør ella hvørji eru hesi í minniluta ? Í hesum føri eru tað tey samkyndu..
Finnur Helmsdal, Anita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen og onnur tignarlig fólk úr øðrum flokkum, hava talað søk teirra í minniluta, ið søkt verður at. Virðiliga og sáttliga bóru tey fram sjónarmið síni.
Eru vit veruliga flutt aftur í miðøld ? Ilt er at samanbera; men talebanar og víðgongdir fundamentalistar í miðeystri spreingja seg sjálvar og onnur í luftina til tess at koma í Himmiríki.
Hástórir og sjálvrættvísir fettu Jenis og Bill sær afturá á tingsins røðarapalli. Teirra var sjálvrættvísin eyðsýnd, sum eisini Gerhard Lognberg skeyt seg undir. HARRIN miskunni okkum. Tað hava vit hvønn dag og hvørt kvøld fyri neyðini at biðja.
Lítið á leið tykist mær at vit eru komin, tá eitt mentað fólk, vit kalla okkum, gevur tílíkum fólki so stóra undirtøku. Einki tykist at rína við tey, og sjálvrættvísin lýsir av andliti teirra. – Nógv av lýsingarorðunum havi eg sambært pressulógini í hesum høpi ikki loyvi til at nýta.
Kortiliga liggja tey á mær sum knívur á hørðum horni.
Teir helma ikki í! Tað seinasta ið hoyrdist í tíðindunum í útvarpinum í vikuni var uppskot teirra um at herða rúsdrekkalóggávuna. Nú skulu Ívar og aðrir læra at haga sær. Teir skulu ikki sleppa at smakka sær á fyrr enn nakað væl er liðið á dagin. Helst skulu teir verða koyrlaflongdir alment á Vaglinum, har Jenis og Bill eru profossar(teir ið útinna revsingina).
Kanska tráa teir eftir at gerast halgimenni. Verður lagt nóg ofta eftir teimum, halda teir seg ivaleyst hava vunnið spælið. –.
Á Heiðaskákinum í november 06