Arnfinnur Thomassen
Ikki síðan svidnaroykin av stoktum, fyrstafloks velbastaðhønum ? av Hagaleiti seinasta ár ? hevur so nógv rok verið í.
Orsøkin er dømingin í VB?B36-dystinum í Vági mikkjalsmessudag. Hon var heilt burtur úr vón og viti!
Av fyrstan tíð helt eg, at dómarin hevði eina floytu, sum bara kundi brískla ein veg: ímóti VB! Langt um leingi, so fekk pípan tó eisini annað ljóð. Men tað var týðuligt á eygnabrøgdunum, sum fóru millum dómaran og B36-leikararnar, at tað var ikki við hansara góða vilja, at hann dømdi teimum ímóti. Tað sá út sum um teir gingu í sama bindiklubba í Havn! (Hví ikki lata dómararnar fara norður aftur við tyrluni ? tað havi eg fyrr skotið upp!)
Fótbóltssambandið eigur eisini at kanna, um ikki dómarin er forlovaður við onkrum B36-spælara! Tað kundi sæð soleiðis út!
Tá ið so málskorarin hjá VB, Robert Cieslewicz, varð sparkaður so meint aftanífrá (seinasti maður!), at hann skaddur mátti styðjast av vøllinum ? og dómarin dømdi ? INNKAST til B36! ? tá vistu øll, hvussu vorðið var: høvuðsóttakenda kunngerðin um seyðaflutning var komin í staðin fyri fótbóltslógirnar!
Dómarin var so frekur, at hann bað Robert halda uppat at spæla sjónleik ? áðrenn Robert varð borin av vølli!
Eg hoyrdi John Petersen eftir dystin siga við Útvarpið, at hann var snýttur! Hann átti minst eitt brotskast afturat! So frægt var Útvarpið, at teir í ítróttatíðindunum kl. 19.40 høvdu klipt orðini hjá dýnu-manninum burtur! Takk, Útvarp Føroya! Men SvF kundi víst, hvussu Robert lá eftir á! So kundi Føroya fólk sjálvt sæð, hvussu vánalig dømingin var!
Eingin, sum sá dystin við reiðuligum eygum, sá EITT EINASTA BROTSSPARK ? til B36! (Men okur sóu brotssparkið, sum VB átti!) Meginpartin av seinna hálvleiki lá John Petersen bókstaviliga í VB-brotsteiginum.
Um John Petersen næsta kappingarár aftur ætlar at leggja seg »lit de parade«, so fáið eina dýnu inn á vøllin! Annars vil eg ynskja B36 tillukku við Føroyameistaraheitinum! GÍ og B68 fáa somu heiðursmerkjakvøður! VB var ov stutt ? men okur koma sterkt aftur, dreingir!
Sjálvsagt er tað einki stuttligt hjá B36 at tapa seinasta dystin sum oddalið í fyrstu deild. B36 hevði ikki ein góðan dag. Serliga í fyrra hálvleiki vóru teir snøgt sagt spældir út av vøllinum! Men tað má bera til ? uttan hjálp frá dómaranum og formanninum í dómarafelagnum ? at fáa eitt heiðurligt úrslit.