Gevið dreingjunum frið

Sambært fjølmiðlunum fór næstseinasta vikuskifti ein ógvuliga løgin og óskiljandi hending fram í Klaksvík.

Nakrir smádreingir høvdu tikið seg inn í eini sethús, sum í løtuni stóðu tóm, hjá einum skyldmanni hjá einum av dreingjunum. Har funnu teir brennivín, vápn og lóður. Og nú hendi tað løgna, sum eingin skilir. Dreingirnir løgdust á brennivínið og fóru at skjóta skilaleyst út gjøgnum vindeyga í húsunum.

Fjølmiðlarnir hava sakliga greitt frá hendingini og hava roynt at varpa ljós á hana frá ymsum hornum. Klókar kvinnur og klókir menn hava sagt sína hugsan um gátuføra atburðin hjá smádreingjunum. Psyk. dit og cand. dat hava gjørt sínar úrskurðir. Slíkt átti ikki at kunna komið fyri í Føroyum. Og ikki má slíkt henda aftur, men ilt er at byrgja uppfyri. Barnaverndarnevndirnar eru jú mannaðar bert við vanligum fólki. Ikki kann krevjast av teimum, at tey skulu hava skil fyri slíkum fløktum spurningum.

Eg minnist meg sjálvan, sum smádrong, standa undir vegginum á einum tómum húsum saman við øðrum dreingjum ein seinnapart. Hvør ið blakaði fyrsta steinin skal vera ósagt. Kanska var tað hann, sum hevði mest trongd til at gera seg upp. Tað tók ikki langa løtu til ikki heilur rútur var eftir í húsunum. Og har var einki brennivín uppií. Ikki veit eg um at nakar av okkum, sum var við, seinni gjørdist ólukkudýr, ella sosialur tapari, sum tað so fínt eitur nú á døgum. Vit komu heldur ikki í klørnar á »systeminum«. Um vit høvdu tað, ivist eg ikki í at í hvussu so er onkur av okkum hevði havt ilt við at fóta sær aftur.

Tá hugsað verður um aldurin á dreingjunum hava teir ikki sýnt nakra sum helst ónormala atferð. Tvørturímóti! Og teir vita fullvæl hvat teir hava gjørt og teimum tørvar onga rættleiðing ella at verða tyktaðir. Og allar minst tørvar teimum »viðgerð«. Latið dreingirnar fáa frið at koma fyri seg aftur av traumatisku hendingini og at læra seg at liva við henni.

Hendingin kundi havt ógvusligar og syndarligar avleiðingar við sær og er at frøast um, at so ikki varð.

Fyri dreingirnar hevur hendingin revsingina í sjálvari sær, men um tey vaksnamannafólk, sum hava vápn, lóður og brennivín standandi í tómum húsum, ikki skuldu fingið homlubandið skal vera ósagt.


A. Guttormur Djurhuus