Rúna Sivertsen
???????????
Tónleikur mennir børn. Tey børn, ið sleppa at læra at spæla á ljóðføri, læra eisini betur tað bókliga. Børn, ið spæla ljóðføri, verða eisini betur fyri sosialt.
Og trupul børn gerast góð í sær, tá tey sleppa at læra seg at spæla. Hetta er prógvað við royndum, sum eru gjørdar í eitt nú Kanada. Eisini ein stór kanning av 172.000 børnum, gjørd í OECD londunum, vísir hetta sama.
Sukur darvar
Børn, ið eta nógv góðgæti og drekka sodavatn, verða illa fyri og læra verri. Olga Hentze, kostráðgevi sigur, at børn, ið eta nógv góðgæti og sukur, gerast rastleys og hava ilt við at konsentrera seg.
Á eini summarlegu í Íslandi hava tey fastar slikkdagar. Starvsfólkini har siga, at børnini eru munandi forstýrisligari tann dagin, tá góðgæti er á skránni.
Ulrike Steuerwald, barnalækni sigur, at vit um fá ár fara at síggja børn við sjúkum, sum fyrr bara sóust hjá eldri fólkum. Orsøkin er góðgæti, sodavatn og alt ov feitur matur.
So tit foreldur! Latið 100 krónur um mánaðin til tónleikaundirvísing til børnini og gevið teimum tað minni at eta góðgæti fyri.
500 børn = 600.000 krónur.
Úrslit: Klókari, glaðari og frískari børn.
Tey børn, ið ikki fáa 100 krónur, frá mammu ella pápa, ommu ella abba, um mánaðin til góðgæti, eru sjálvsagt ikki við í hesum roknistykki.
ES: Ein sodavatn um dagin = 300 krónur um mánaðin.