Napolion Magnussen
-----
Vit hoyra nú, at stuðulstímarnir í skúlanum til børn við breki verða munandi skerdir. Hetta kemur at geva bakslag, tí at taka frá hesum børnum, ið endiliga hava fingið hjálp, er sum at rýma frá einum ósløktum bálið: tað festir í aftur og skaði gerst størri.
Sparingin er stuttskygd, tí tað ganga hundratals fólk runt í Føroyum, ið mangla diagnosuna. Fólk, ið kundu havt eitt væl betri, lív um tey høvdu fingið diagnosuna. Tey eru har, tó uttan at hava eitt »spjaldur um hálsin«.
Flestu altjóða kanningar staðfesta nevniliga, at ein útav 20 av øllum skúlabørnum hava sjúkuna, tvs. 5%. Og tey kosta enn meira, tá tey blíva vaksin, tí hond varð ikki tikin um tey sum børn, og í nógvum førum enda hesi aftur á forsorgini sum verri sjúk og ofta enntá kriminell. Tað vísir seg nevniliga, at nógv smákriminell, sum til endans blíva størri brotsfólk, eru ung við atferðartruplum brekum; tey ikki duga at yvirskoða avleiðingar, og tískil gera tey tað sama brotsverkið umaftur og umaftur. Og tá blíva brotsverkini við tíðini eisini størri og størri.
Tað, sum veruliga manglar, er at ein skipan verður gjørd fyri børn og ung. Ein skipan, har tú vendir tær til og síðani verður borin ella førdur ígjøgnum. Ein skipan, sum tekur barnið og trupulleikarnar í álvara og syrgir fyri, at tann neyðugi stuðulin og neyðugu tilboðini alla tíðina er har. Vit foreldur muga í dag »jagstra« øll hesi ymisku; stovnar, skipanir, viðgerðarstovur, almannaverk, skúla o.s.v. Og jagstran má mann kalla tað, tí fyri ein stóran part fær tú »ein slutur fyri ein slatur«. Hví? Jú, tí tað ikki er EIN skipan sum tekur sær av børnunum, líka frá barnaansing til tey fylla 18. EIN skipan sum skilur støðuna og vil og kann hjálpa. Tað er tann veruligi tørvurin.
Á dagstovnum fáa børn við serligum tørvi nógvan stuðul, ofta upp á hálva ella entá fulla tíð. Men tá tey byrja í skúlanum, missa tey hann. Tá, í einum klassa við 20 børnum, missa tey hjálpina. Tá, tá teirra lív og framtíð veruliga skal skapast, missa tey hjálpina. Tá enda tey sum kastibløka millum skúla, Almannastovu, Sernámsdepil, Barna- og ungdomspsykiatriuna o.s.v. Tá byrjar eitt lív, sum bert gevur meira trupulleikar, tí børn og foreldur blivu slept út í eina oyðmarkagongd, sum kann oyðileggja alla familjuna. Og børnini? Tey blíva ein størri byrða fyri samfelagið, heldur enn eitt stórt íkast.
Og til tykkum politikarar; bara børnini er um 5% av fjøldini og saman við foreldrum eru vit 15% av fjøldini. Hartil koma okkara familja, vinir og kenningar. 15% + øll hini eru nógvar atkvøður, sum tit avskriva tykkum. Til næsta løgtingsval skula vit nokk hava eyguni eftir, hvør av tykkum vendi blinda eygað til, hvør atkvøddi fyri at TAKA tímar frá børnunum, heldur enn at lata fleiri tímar.
Her er leinkja til donsku ADHD-heimasíðuna: www.adhd.dk











