Gevast ukrainar at kríggjast missa teir sjálvræðið

- Gevast russar at kríggjast, verður friður, men gevast ukrainar, verður landið ikki longur til sum sjálvstøðugt ríki, sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.

 

Í hesum døgum eru leiðandi politikarar heimsins savnaðir á ST-toppfundi í New York, og her hevur nógv verið gjørt burtur úr russisku innrásini í Ukraina.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, er millum teirra, sum hevur givið ilt av sær um russisku krígsførsluna í Ukraina, og hann hevur verið beiskur í orðum um russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

Røðan, sum russiski forsetin í dag hevur hildið, og har hann segði seg fara at fáa nógv fleiri herfólk tøkt til kríggið í Ukraina, hevur eisini vakt ans.

 

Tað er ikki fallið í góða jørð, at Vladimir Putin enn einaferð hóttir við kjarnorkuvápnum, um ikki dansað verður eftir hansara forskrúvaðu pípu.

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sigur við Dagbladet, sum hevur fólk í New York, at jú fleiri russisk herfólk gerast partur av krígnum, tess størri líðing og meira deyði verður - ikki bara fyri ukrainar, men eisini fyri russar.

 

- Røðan hjá russiska forsetanum er eisini ein ábending um, at kríggið í Ukraina ikki gongur soleiðis, sum Vladimir Putin hevði ynskt. 

 

Jens Stoltenberg vísir á, at russiski forsetin helt, at hann kundi taka Ukraina eftir nøkrum døgum. Men, nú sær Vladimir Putin, at russisku herdeildirnar eru riknar úr stórum økjum, bæði norðan fyri Kyiv og í Kharkiv-regiónini.

 

Nato-aðalskrivarin sigur, at russiska framgongdin í Donbas er steðgað, og tí noyðist Vladimir Putin nú at finna sær meira herfólk. 

 

Heldur ikki í Kherson-regiónini gongur eftir vild hjá russiska hersetingarvaldinum, og her hevur verið upp á tal, at fleiri túsund russiskir hermenn kanska fara at geva seg yvir.

 

Í samrøðu við Dagbladet sigur Jens Stoltenberg, at hann hevur ikki hug at hugsa tankan, at kríggið í Ukraina kanska ikki endar, fyrr enn Vladimir Putin ikki situr við valdinum í Russlandi meira.

 

- Flestu kríggj enda við samráðingarborðið. Jú, sterkari Ukraina er hernaðarliga - tess meira hugsandi er tað, at landið kemur burtur úr krígnum sum eitt verandi sjálvstøðugt ríki í Evropa.

 

Í sínum útsagnum er Nato-aðalskrivarin púra greiður og heldur fyri, at kríggið í Ukraina er ikki eitt stríð millum tveir javnbjóðis partar, tí her er tað ein "aggressorur", sum hevur gjørt innrás í Ukraina.

 

- Gevast russar at kríggjast, verður friður, men gevast ukrainar at kríggjast, verður landið ikki til sum sjálvstøðugt ríki, sigur Jens Stoltenberg.