Gevast fyribils at keypa havtaskulivur

Faroe Marine Biotech á Eiði hevur boðað frá, at virkið fyribils gevst við at keypa havtaskulivur 1. desember
Í skrivi til Fiskamarknaðin Føroya biðir virkið á Eiði FMF siga skipum og bátum frá, at havtaskulivur ikki verður keypt fyribils.
- Orsøkin er, at marknaðurin ikki eftirspyr havtaskulýsi sum annað toskafiskalýsi, tí innihaldið av squalen í havtaskulýsi er væl hægri enn í øðrum toskafiskalýsi – og væl omanfyri minstamarkið, sum viðskiftafólk okkara vilja hava.
Í skrivinum sigur felagið á Eiði, at teir arbeiða við at fáa selt havtaskulýsi til aðra framleiðslu og til onnur viðskiftafólk.
- Men í løtuni er ikki greitt, nær klárt verður at fara undir hesa framleiðslu, sigur Faroe Marine Biotech í skrivinum til Fiskamarknaðin Føroya.
Brævið er undirskrivað av Egili Olsen, stjóra.