Veiðimenn í Labrador og aðrastaðni á kanadisku eysturstrondini hava gjørt av at gevast við at veiða kóp, tí prísurin á kópaskinnum er vorðin so lágur, at tað loysir seg ikki at veiða kóp longur.
Fyri einum ári síðani fingu veiðimenninir 200 krónur fyri eitt kópaskinn, men í dag er prísurin ko0min niður á einar 100 krónur, og tað hevur fingið fleiri veiðimenn at gevast.
Hildið verður, at tað eru umleið sjey milliónir kópar við kanadisku eysturstrondina.