Leingi hevur tað ikki verið loyvt at roykja innandura umborð á skipunum hjá Strandferðsluni. Men nú er tað heldur ikki loyvt at keypa sigarettir í kioskunum umborð á strandfaraskipunum. Strandferðslan hevur nevniliga nú gjørt av, at hereftir skal tað ikki bera til at keypa sigarettir í kioskunum umborð á Strandfaraskipunum.
Forboðið kom í gildi í gjár umborð á øllum skipununum, sum hava kiosk.
Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni sigur, at hetta er ein avgerð, sum stovnurin hevur tikið av sínum eintingum.
Og tað er fyri at tæna fólkaheilsuni, at Strandferðslan ikki longur fer at selja sigarettir. Hann sigur, at rákið í samfelagnum er tann vegin, at hugsað verður meiri og meiri um fólkaheilsuna.
Harafturat er tað mangan ávíst, hvussu ómetaliga heilsuskaðiligt, tað er at roykja og sum almennur stovnur, halda vit, at vit eiga at ganga undan og gera okkara til frama fyri fólkaheilsuna.
Við hesum átaki fer Strandferðslan eisini at missa nakað av inntøku, men stjórin sigur, at vinningurin av sigarettsøluni er ikki meiri enn so, enn at tað klárar Strandferðslan uttan trupulleikar. Hann leggur afturat, at hann hevur onki frætt um, at ferðafólk hava verið misnøgd við, at tað nú ikki longur ber til at keypa sigarettir umborð á skipunum.