Løgreglan í Portugal sigur í dag fyri fyrstu ferð, at tey fara at lata sakarmálið um Madeleine McCann aftur. Samstundis verða foreldrini reinsað fyri alla mistanka. Enska Madeleine McCann, ið bleiv burtur í Portugal fyri níggju mánaðum síðani, er enn ikki komin afturíaftur, og nú steðgar løgreglan við at leita. Ein av løgreglumonnunum greiður frá í teimum portugisisku fjølmiðlunum, at sakarmálið væntandi verður verðandi óloyst, og ongin verður ákærdur fyri, at táverandi trý ára gamla gentan er blivin burtur.
Løgreglumaður ásannar, at tey hava verið ov skjót at gera McCann hjúnini til alment mistonkt.