Smáu trolbátarnir á landleiðini fáa tosk sum hjáveiðu, so teir mugu gevast við at fiska. Teir smáu lemmatrolararnir, sum ikki fiska á landleiðini, ment beint uttanfyri, fáa eisini tosk og hýsu, so teir mugu eisini leggjast. Partrolararnir fáa eisini á ávísum leiðum tosk og hýsu sum hjáveiðu, samstundis sum teir verða niðurskornir við 20%, og saman við toskinum gevur tað ein niðurskurð, um teir bara skulu veiða upsa, upp á uml. 40%. Garnabátarnir, sum fiska havtasku, fáa til tíðir væl av toski sum hjáveiðu, so teir mugu eisini gevast. Og ikki at gloyma húkaflotan, sum bæði fiskar tosk og hýsu.
Men lat okkum nú halda okkum til tilráðingina frá ICES og leggja hesar skipabólkar, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis fiska tosk og hýsu, tað er onki at ivast í, at bæði fiskifrøðingar og búskaparfrøðingar meina at hetta er rætt.
Men so kemur tann brennandi spurningurin? Hvussu verður hjá tí meiniga føroyinginum og hjá Føroya landi sum heild, tá skipini liggja og virkini eru stongd – kann ongin av teimum, sum eru fyri eini slíkari friðing av toski og hýsu, svara hesum spurningum.
Eitt er vist, at eftir eitt langt lív á sjónum við fiskaríi, bæði við Føroyar og á fjarleiðum, veit eg, at tað er ongin sjálvfylgja, um allur føroyski fiskiflotin verður lagdur í 3 til 4 ár, at fiskur tá verður aftur at fáa á Føroyagrunninum í stóran mun. Um so verður, hava vit tá nakað fólk at manna tey skip, sum eftir eru.