Geva vinnulívinum nógv betri umstøður á Strondum

Arbeiðið verður liðugt næsta ár

Nú verður farið undir at gera eina nýggja Havn á Hulki, og nýtt vinnuøki á Strondum.

Tað boðar kommunan frá í morgun.

Sáttmáli er skrivaður undir ímillum kommuna og felagið Rókina, sum skal gera bæði arbeiðini

Hulkur er eitt vinnuøki, har ið vinnuligt virksemi hevur verið í nógv ár, men nú er neyðugt er at gera umfatandi umvælingar- eisini tí at bilar og bingjur nú á døgum eru munandi tyngri tað, bryggjan upprunaliga varð ætlað til.

Tað er so mikið dýrt at gera ábøturnar, at kommunan hevur heldur gjørt av at gera nýggjan bryggjukant 20 metrar uttanfyri verandi norðaru bryggju. Nýggja bryggjan verður 107 metrar long, og hon verður12 metrar djúp. Tað er nógv dúpari enn bryggjan, sum nú er, tí hon er fimm til sjey metrar djúp, so hetta fer at bøta munandi um vinnumøguleikarnar á bryggjuni, sigur kommunan.
Samstundis sum nýggj bryggja verður gjørd, skal vinnuøkið, norðan fyri Vaðhorn Seafood, eisini gerast 2.500 fermetrar størri. 

Ì hesum sambandi fær kommunan ein stóran fyrimun og tað er, at grótið, sum verður sprongt í sambandi við vinnuøkið, skal ikki koyrast serliga langt, tí tað verður brúkt til ífyllu í nýggju bryggjuna og soleiðis verða tvær ætlanir samantvinnaðar, 
Arbeiði byrjar í næstu viku og skal verða liðugt á heysti næsta ár.

Í frásøgn frá bygdaráðsfundi stendur, at sjey milliónir eru settar av á fíggjarætlanini í ár og tað er knappliga helvtin av kostnaðinum, so restin verður sett av næsta ár.

Artur Johansen, borgarstjóri, sigur, at væntandi verður nakað fíggjað við lántøku og tey hava fingið tilsøgn um lán.

Sjóvar Kommuna skyldar 20 milliónir men hon kann læna 20 afturat, áðrenn hon kemur upp á hámarkiðm sum er ein álíkning í skatti, so tey hava gott, fíggjarligt rásarrúm.