Geva við aðrari hondini men taka við hinari

Ljóð á Rás 2: Føroya Reiðarafelag væntar, at onkur reiðarí mugu gera tillagingar, um uppskotið verður samtykt.

Føroya Reiðarafelag væntar, at onkur reiðarí mugu gera tillagingar, um uppskotið verður samtykt. Tað segði Stefan í Skorini, stjóri í Føroya Reiðarafelag, við Rás 2 í kvøld.

 

- Vit eru framvegis ímóti uppboðssøluni. Vit halda framvegis, at hetta ikki er ein góður máti at útluta fiskirættindi, segði hann.

 

- Gott nokk er mongdin, sum skal seljast á uppboðssølu minkað niður í 15% fyri nøkur fiskasløg, men samstundis hevur samgongan lækka markið fyri, hvørjum tú skalt rokna 15% av. Eg óttist, at teir hava givið við aðrari hondini og tikið við hinari. Vit mugu síggja langtíðar avleiðingarnar av uppskotinum, áðrenn vit kunnu víst meta um, hvønn veg tað ber, segði hann.

 

Hann gleðist tó um, at mørkini fyri nær toskur og hýsa undir Føroyum skulu seljast á uppboðssølu, eru hækkaði í broytingaruppskotinum millum aðru og triðju viðgerð.

- Markið endaði á 20.000 tonsum, sum er næstan tað, sum vit bóðu um. Hetta gevur vónandi heimaflotanum eitt skotbrá at fóta sær, áðrenn vit tosa um uppboðssølu undir Føroyum, sigur Stefan í Skorini.

 

Hann heldur, at broytingarnar í menningarkvotunum vísa, at samgongan leggur nógv fyri, fyri at fáa uppskotið samtykt.

- Tað merkist, at vit nærkast endanum og avgerðin um at hækka menningarkvoturnar og at nevna økini í viðmerkingunum vísir, at samgongan ger øgiliga nógv fyri at tryggja sær 17 atkvøður. Hetta er ein roynd at fáa tey síðstu umborð, uttan at missa nakran á hinum borðinum, sigur hann, sum tó sigur at Reiðarafelagið hevur eitt ávíst forstáilsi fyri menningarkvotum, men ynskir eitt hóvliga stig.

 

Hann væntar, at føroysku reiðaríini mugu gera tillagingar, um uppskotið verður samtykt.

- Føroyingar hava altíð víst stórt áræði, og tað vænti eg eisini, at okkara limir fara at gera. Vit mugu virka undir tí skipan sum er galdandi, vit hava einki val, sigur hann.

- Vit hava longu hoyrt, at bæði JFK og Palli já Mariannu siga seg ivast í, um pláss er fyri tveimum skipum. Soleiðis fara vit at síggja, at reiðaríini fara at gera ávísar tillagingar.

 

Trýst undir pílin fyri at hoyra samrøðuna við Stefan í Skorini.