Danir ætla at fólk skulu lesa meira, og hava sett eitt átak í verk, sum eisini fevnir um Føroyar. Danski mentamálaráðharrin, Marianne Jelved hevur sett í verk eitt átak, sum skal luta 100.000 bøkur út í danska kongaríkinum - Danmark, Føroyum og Grønlandi.
Stig var tikið til at fara undir átaki, eftir ein kanning hjá danska mentamálaráðnum vísti at áleið 40 prosent av dønum antin sjáldan ella ongantíð lesa bøkur. Eftir ætlan, skulu bøkurnar lutast út altjóða bókadagin 23. apríl, og hava tey í Danmark tilnevnt Rit og Rák sum umboð í Føroyum.
Kári Árting, stjóri í Rit og Rák, sigur, at føroysku bókhandlarnir fara at royna at syrgja fyri, at tað í Føroyum verða føroyskar bøkur, sum verða býttar úr.
- Tað verður ikki danska Mentamálaráðið, sum avger, hvørjar bøkur skulu býtast út í Føroyum, sigur Kári Árting.