Tú kanst sleppa til eina kvøldsetu í Dali, drunnhvítatúr í Skálavík og so aftur til Dals at sova. Alt í einum, um væl vil til.
Sandoyggjafólk hava ymisk tilboð til ferðafólk, sum vitja oynna. Í Dali eru ymisk tilboð til ferðafólk, sum koma til bygdina, greiðir Vilhelmina Larsen í Dali frá. Eitt nú tær kvøldseturnar, sum tey plaga at skipa fyri í Eiriksgarði, umframt at tað eisini ber til at fá aBól og Bita í Dali. Eisini kunnu fólk leiga sær Eiriksgarð eitt nú eitt vikuskifti ella fyri tann skuld eisini mitt í viku. Bæði smærri familjur og størri bólkar, sigur hon.
Hetta verður gjørt í samráð við og eftir ávísing frá Kunnignarstovuni Heima á Sandi, greiðir hon frá. Samstarvið við Kunningarstovuna riggar væl.
Ætlanin er í summar at hava tríggjar kvøldsetur í Eiriksgarði, sigur Vilhelmina Larsen. Har sleppa fólk at síggja og royna, hvussu føroyskt ullaarbeiði fór fram í gamlari tíð, tá fólk sótu í roykstovuni og hugnaðu sær, samstundis sum tað neyðuga arbeiðið vaðr gjørt.
Børnini spældu á gólvinum við tað, tey tá høvdu, og tað fara dalsbørn eisini at gera á hesum kvøldsetunum, sigur hon.
Tað veðru í tí rætta umhvørvinum, tí tey seta ein stovu upp við øllum tí, har var í gamlari tíð, grieðir Vilhelmina Larsen frá.
Tey vaksnu fara at loysa úr lagdi. Nappa, karða spinna og binda. Og tí sleppa tey vitjandi eisini at luttaka í, greiðir hon frá. Tað skal ikki vera so, at fólk bara sita og hyggja at eini framsýning. Tey skulu luttaka aktivt.
Ein stórur partur av kvøldsetunum í Dali er sangur. Felagssangur, sum teimum sjálvum dámar sera væl har suðuri. Og undirspælið plagar at vera gott, tí spælimenninir eru frálíkir í Dali, láta tey at. Teimum dámar best at syngja úr Sangbók Føroya fólks.
Sum vera man verður eisini farið upp á gólv. Og tað er Eiriksgarður sera væl egnaður til, siga tey, sum hava roynt at dansa í húsinum.
Matur fæst eisini. So sum smurt breyð, føroyskur drýlur við føroyskum viðskera, og um ynskist, kann eisini døgurði fáast.
Eru tað so fólk, sum vilja liggja nátt, ber tað eisini til, sigur Vilhelmina Larsen.
Hon hevur tað, sum útlendingar kenna sum Bed & Breckfast, á føroyskum Ból og Biti.