Tað er vorðin fastur jólasiður seinastu árini, at føroyingar senda eina skógvaeskju fylta av gávum til Rumenia. Tiltakið eitur Operation Christmas Child og er liður í neyðhjálpararbeiðinum hjá neyðhjálparfelagsskapinum Samaritan's Purse, ið er stjórnaður av Franklin Graham, ið er sonur navnframa evangelistin Billy Graham.
Í ár vóru 4941 eskjur sendar úr Føroyum, við nógvum góðum í - okkurt heitt at lata seg í, okkurt at brúka í skúlanum, okkurt at koyra í munnin, okkurt at spæla við og okkurt at vera góður við.
Í ár er ein føroysk familja eisini farin til Rumenia, at handa gávurnar út. Talan er um Miriam og Rógva Rasmussen, Rósu, Rúnu og Remi.
Við heimasíðuna christmaschild.fo segði Miriam, at tey gleða seg ómetaliga nógv at geva børnunum gávurnar úr Føroyum og hetta vikuskifti hava tey so verið á staðnum.
Í dag hevur familjan sent Christmas Child Føroyar eina lítla dagføring, og skriva tey soleiðis:
- Hetta var so annar dagurin hjá okkum í Rumenia - tað kennist sum vit hava verið her í eina viku, so nógv vit hava upplivað í hesar báðar dagar. Í dag hava vit vitja familjur og børn, sum so at siga onki eiga. Tað er ræðuligt at síggja og vónloysi er stórt. Tað er deiligt at sleppa at gleða tey við einari gávu, so tey fáa ein lítlan smakk av at nú er jól, siga altso Miriam og Rógvi við christmaschild.fo.
Fleiri myndir eru at síggja á christmaschild.fo











