Matvøruhandlarnir, sum eru í Á-samtakinum, hava nú tikið samstarv upp við Dugna um at minka um dálkingina við plasti.
Tað merkir, at starvsfólk á Dugna eru farin sniðgeva, og at seyma taskur úr endurnýtslutilfari. Og tað serliga við hesum taskunum er, at viðskiftafólk kunnu læna tey úr Á-handlunum fyri 20 krónur. Tá ið tey so ikki hava brúk fyri taskuni longur, kunnu tey lata hana inn aftur í handilin, og fáa pengarnar aftur.
Hendan skipanin, sum tey kalla láninet, hevur givið starvsfólkunum á Dugna eina veruliga uppgávu, sigur Hedvig Johansdóttir, stjóri.
– Tilfarið skal vaskast, strúkast, klippast, seymast, prentast og pakkast, áðrenn tað verður koyrt út í Á-handlarnar, sigur hon.
Allar taskurnar eru serstakar, tí eingin líkist. Nakrar av teimum hava eina fortíð sum tjøld á G-festivalinum, aðrar hava verið dúkar á Hotel Hafnia, ella gardinur í fjálgum heimi niðri á Reyni, sigur hon.
– Felags fyri tey øll er, at tey hava fingið nýtt endamál og nýtsluvirði, og við hesum fáa bæði tilfar, og menniskju, nýggjar møguleikar at blóma, virka og vera til, leggur hon afturat.