Fyrrverandi miðvallar generalurin á liðnum hjá Manchester United, hevði í gjár viðmerkingar um støðuna hjá Manchester United. Við BBC, segði hann.
- Manchester United skuldi havt givið David Moyes meira tíð sum venjara, men tað gjørdu teir ikki. Hvat skulu teir nú gera? Skulu teir nú aftur skifta? Van Gaal hevur verið venjari í felagnum í minni enn eitt ár. Ein og hvør, ið hevur skil fyri fótbólti, veit at tað tekur tíð hjá einum nýggjum venjara at taka yvir.
Roy Keane heldur, at Manchester United hevur tað sum skal til, fyri at enda millum fýra tey ovastu tá kappingarárið er av, soleiðis at felagið til komandi kappingarár kann spæla Champions League fótbólt.
- Tað er umráðandi at leikararnir og felagið bakka venjaran upp. Eg eri ikki í iva um, at Manchester United hevur tað sum skal til, fyri at enda millum fýra tey ovastu.
Roy Keane spældi í Manchester United frá 1993 til 2005.