Bjarti Thomsen
-
Enn einaferð sóu vit í Degi og Viku, hvussu Tummas Frank baksaðist við oljutunnur úti í Skúvoy. Ein glotti var tó at hóma, tí landsstýriskvinnan segðist halda, at best varð um skúvoyingar fingu eina varandi orkukeldu at hita húsini.
Og orkukeldan er beint har. Føroyar er eitt av verðsins bestu økjum til gagnýtslu av vindorku. Vindferðin er nógvastaðir oman fyri 9 m/s í meðal, og tí kunnu vindmyllur her á landi framleiða tað dupulta í mun til somu vindmyllur aðrastaðir.
Í Nólsoy brúka sethús í meðal 3000 litur av olju (útvið 18.000 kr) um árið til upphiting. Hetta svarar til 25.500 kWt um árið til hita. Tær tríggjar vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga framleiða 8.000.000 kWt hvørt ár og kunnu sostatt hita meira enn 300 hús.
Mátingar hjá Nólsoyar Orkufelag vísa, at um veturin brúkar eitt húsarhald dupulta orku til upphiting í mun til um summarið. Orsøkin er sjálvandi meira kuldi og gjóstur um veturin. Vindmyllurnar hjá SEV framleiða eisini tað dupulta um veturin í mun til summarið, tí meira vindur er um veturin. Sostatt er upplagt at brúka vindorku til húshita.
Vindorka er trupul at brúka til el-framleiðslu, tí vindur er óstøðugur og torført er at goyma orku. El skal verða støðugt og SEV ger alt fyri at veita støðugt 220V og 50 Hz. Heilt øðrvísi er at brúka vindorku til upphiting. Her kann orkan goymast í heittvatnstanga, sum veður hitaður, tá vindur er og kølnar spakuliga, tá minni vindur er.
Umhvørvisstovan sigur, at privatir brúkarar standa fyri 30% av CO2-útlátinum, og at húsarhald harvið dálka næstan líka illa sum fiskiflotin. Meginpartuin av útlátinum stavar frá oljubrenning í oljufýringum. Við at leggja um til vindorku verður minni olja innflutt og pengar spardir, tá oljan óiva dýrkar, og samstundis verður minkað um útlátið. Og so sleppur Tummas Frank frá at trilla oljutunnur niðan brekkuna í Skúvoy.
Nólsoy, tann 7. mars 2010