Jarðarráð Føroya hevur meldað ein bónda í Leynum til løgregluna fyri misrøkt av djórunum á garðinum. Hetta er gjørt eftir at hava fingið fleiri áheitanir frá ónevndum fólki um, at djórini á garðinum ikki fáa ta røkt, ið tey hava fyri neyðini.
Løgreglan var á garðinum týsdagin og kannaði viðurskiftini saman við einum djóralækna. Myndir vórðu tiknar av djórum og av øðrum á garðinum. Djóralæknin skal síðani geva løgregluni eina skrivliga meting av støðuni.
Ikki skuldsettur
Út frá hesi meting og vitjanini á garðinum skal løgreglan taka støðu til, um bóndin skal skuldsetast, ella um hann sleppur snikkaleysur. Enn er hann ikki skuldsettur, men málið er á lívi, sum vakthavandi á løgreglustøðini sigur. Málið verður sent sýslumanninum í Vestmanna, og hann skal taka støðuna, tí hetta er hansara øki.
Um talan er um djórapínslu, so liggur málið hjá løgregluni, og hon kann skuldseta bóndan, men um talan er um vanrøkt, kann løgreglan áleggja bóndanum at fáa viðurskiftini í rættlag, áðrenn langt um líður.
Staðfestast kann í øllum førum, at seyðurin ikki hevur fingið nóg mikið til matna, tí hann er ógvuliga rak og illa fyri. Tí fekk bóndin greið boð frá løgregluni um at geva seyðinum mat í munnin. Annað varð ikki álagt bóndanum á hesum sinni. Tað eigur tó at vera eitt av áhugamálum bóndans at hava góðan og feitan seyð.










