Carlos Martin Tornero, ið er búsitandi í London, hevur í dag sent eitt opið bræv til stjóran í Atlantsflogi, Jørgen Holme.
Í brævinum fýlist londonbúgvin fyrst at avgerðini hjá Atlantsflog, um at gevast við flúgvingini millum London og Føroyar. Carlos Martin Tornero sigur, at hann var á jólahaldið, sum føroyska sendistovan í London skipaði fyri, og har gjørdist honum greitt, at fleiri við honum harmaðust um hesa avgerðina hjá Atlantsflog.
Síðani umtalar hann eina hending frá í fjør, tá hann sjálvur ætlaði at vitja Føroyar. Hann gjørdist tíverri sjúkur og fekk forboð móti at flúgva. Í hesum sambandi fýlist hann at, at hóast ferðin var dýr, so var ikki møguligt at fáa hana endurgoldna. Harnæst kostaði tað honum sera nógv, um hann ynskti at broyta ferðaseðilin.
- Havandi í huga tað veruliga monopol, sum felag títt nýtir, við tað, at ferðandi onki val hava, haldi eg veruliga, at tú burdi hildið Atlantsflog til ein hægri standard av vinnuligari samfelagsábyrgd, skrivar Carlos Martin Tornero til Jørgen Holme, stjóra í Atlantsflog.
Tó at Carlos Martin Tornero ikki kann fáa endurgjald fyri ferðaseðilin, kann hann fáa endurgjald fyri flogvallaravgjøld og annað tílíkt. Hann endar tí bræv sítt við at heita á Jørgen Holme, um at flyta endurgjaldið fyri ferðaavgjøldini til felagsskapin Í Menniskjum Góður Tokki.